Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Fýra dystir eru nú leiktir í 13. umfari í næstbestu deildini hjá monnum - tríggir í dag og ein fyrradagin.

07 Vestur - einasta liðið, sum reelt hevur møguleikan at flyta upp í bestu deildina í ár - tapti 1-3 á heimavølli ímóti oddaliðnum NSÍ, meðan B68 og B71 leiktu javnt 1-1 ímóti ávikavist B36 og Skála.

B68 er 11 stig frá uppflytingarplássinum, meðan B71 er 12 stig frá uppflytingarplássinum.

Úrslitini hetta umfarið:
07 Vestur-NSÍ 1-3
B36-B68 1-1
Skála-B71 1-1
HB-KÍ 1-4

Í morgin seinnapartin hittast EB/Streymur og Víkingur.

Støðan í 1. deild
1. NSÍ 31 stig (13 dystir)
2. Víkingur 25 (12 dystir)
3. 07 Vestur 25 (12 dystir)
4. KÍ 23 (12 dystir)
5. B68 14 (13 dystir)
6. B36 13 (13 dystir)
7. B71 13 (11 dystir)
8. Skála 12 (13 dystir)
9. HB 8 (13 dystir)
10. EB/Stremur 3 (12 dystir)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo