Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Nú farið er til hálvleiks á Tórsvølli, má ein bara ásanna, at Føroyar hava havt tað serstakliga trupult ímóti sponsku heimsstjørnunum.

Spania er á odda 3-1, eftir at teir fyrstu 45 minuttirnar eru leiktir - og tá er væl sloppið hjá Føroyum.

Summir leikarar hava havt tað truplari enn aðrir.

Viljormur Davidsen hevur ikki havt tað lætt á vinstra bakki ímóti Jesus Navas og Sergi Roberto, meðan Teitur Gestsson, sum spælir sín fyrsta undankappingardyst í kvøld, hevur havt ein minni hepnan fyrra hálvleik.

Harundi hevði hann ein sera óhepnan leiklut í sambandi við málið til 1-3, tá Isco skjeyt úr vinstru síðu, og bólturin fyrst rakti stólpan og síðan í fótin hjá Teiti og í málið.

Men hareftir reisti Teitur seg og hevði tríggjar fínar bjargingar.

Í aðrar mátar kunnu spurnartekin setast við, hví Hallur Hansson varð settur at dekka Sergio Ramos í sambandi við málið til 0-1, sum Real Madrid verjuleikarin stútaði í kassan eftir eitt innlegg úr høgru síðu.

Atli Gregersen bjargaði á strikuni, tá Ramos enn einaferð slapp at stúta ímóti málinum, og í heila tikið hevur verjan og miðjan hjá Føroyum til tíðir verið rundspæld - av einum liði, har Santi Cazorla og Alvaro Morata teljast ímillum leikararnar.

Frameftir hevur spælið verið á einari góðari leið hjá Føroyum, og hevur millum annað Sølvi Vatnhamar staðið seg útmerkað í tí offensiva partinum.

Málið hjá Føroyum kom eftir eitt hornaspark úr høgru síðu, sum Odmar Færø fyrst fekk høvdið á, og sum Klæmint Olsen síðan prikaði í kassan.

Føroyar-Spania 1-3
0-1: Sergio Ramos, 5
0-2: Jesus Navas, 18
1-2: Klæmint Olsen, 29
1-3: Sjálvmál, 33

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo