Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Hvannrók: Altíð áhugavert at koma í støðna á Argjum, nú vit eru farin inn í nýtt kappróðrarár. Ørindini míni týskvøldið var at finna út av, hvørjir menn í summar rógva við 10-mannafarinum Drekanum reyða.

Tá eg sá nakrar av mannigini spæla við fótbólt uttan fyri neystið, gjørdist mær greitt, at manningin í summar er nakað hin sama sum í fjør. Havi altíð hildið, at Argja Róðrarfelag er væl rikið felag, og at væl gongst at manna bátarnar.

Neystið stendur í góðum umhvørvi, og har eru altíð fólk í støðni. Argja Róðrarfelag hevur havt aðalfundin, og sama nevndin heldur fram við Óla Hendrik av Fløtum sum formanni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo