Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

NORDDOK eitur nýggj pulja sum søkjast kann úr til at gera dokumentarfilm um ríkisfelagsskapin. Pengarnir eru settir av á donsku fíggjarlógini og koma frá lisenspengum og føroyingar og grønlendingar hava framíhjárætt at søkja.

Det Danske Filminstitut umsitur pengarnar, og nú verður ein nevnd mannað við umboðum úr øllum londum sum skal taka støðu til innkomnu umsóknirnar, sigur Det Danske Filminstitut í tíðindaskrivi.

Sjónvarpsfyritøkur ella einstaklingar kunnu søkja, men fyri Danmark er tann treyt galdandi, at tað er neyðugt við samstarvi við føroyskan ella grønlendskan framleiðara fyri at fáa nakran stuðul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo