Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Tiltøk

Fuglafjarðar kommuna: Skrá í sambandi við 100 ára hátíðarhald kommununar tann 01. oktober 2018 sum sjálvstøðug kommuna.

Almenn skrá:

Kl. 09:00-13:30

Morgunmatur í Mentanarhúsinum.

Kl. 10:00

Tónleikainnslag.

Kl. 11:00

Føðingardagslagkøka, smákøkur kaffi/te og leskidrykkir eru á borðinum allan dagin.

Kl. 15.00

Tónleikainnsløg til børn og ung.

Kl. 18:00

Borgarstjórin setur hátíðarhaldið við stuttum hugleiðingum.

Kl. 18:15

Tónleikainnslag.

Kl. 18:30

Hugleiðingar av Dennis Holm, stýrisformaður í Kommunufelagnum um avbjóðingar hjá kommununum í komandi tíðum.

Kl. 19:00

Tónleikainnsløg.

Kl. 19:45

Framløga frá Steffen Stummann Hansen um søgubókina, sum er ávegis.

Kl. 20:30

Tónleikainnsløg.

Kl. 21:00

Hátíðarhaldið endar við fýrverki.

Afturat hesum verður skipað fyri niðarfyri standandi tiltøkum:

• Kl. 17.00: Avdúking av málningum. Partur av húsabygging og kirkjubygging yvir 100 ár í Fuglafirði verður lýstu, sum. Hans David og Signar á Brúnni hava gjørt. Avdúkingin fer fram á økinum oman fyri FK bygningin í miðbýnum.

• Kl. 14.00 – 20.00: Framsýning «Memory Lane» 1918-2018 – áhugafeløg gjøgnum tíðina» í Stórhúshøll á keiøkinum.

• Kl. 14.00-20.00: Framsýning hjá Solberg «gerandismyndir 2012». Kristfríð Tyril hevur tikið myndirnar.

• Kl. 14.00-20.00: Framsýnining «Heimið – karmur um handverk og skapandi evni». Tjóðsavn Føroya í bygninginum hjá Betri banka.

Íbúgvar á Hellunum eru vælkomnir heim til Jórun Eið og Atla Johannesen, har møguleiki er fyri at fylga við beinleiðis stroyming frá kl. 18.00-21.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo