Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Vinna

Trýst á myndina og hon verður størri

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið: Higartil í ár hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið íalt 112 fráboðanir um arbeiðsóhapp.

Hagtølini vísa, at fyri menn eru flest arbeiðsóhapp fráboðað í vinnugreinini fiskiídnaður á landi, meðan tað fyri kvinnur eru fráboðað flest arbeiðsóhapp í vinnugreinini heilsa og røkt.

Sama tíðarskeið í 2018 hevði Arbeiðs- og brunaeftirlitið móttikið 90 fráboðanir um arbeiðsóhapp. Samanborið við fyrsta hálvár í 2018 er talan um eina øking á 24%.

Í vinnugreinunum landbúnaður, vinnukaving og skúlar og ansingarstovnar eru eingi arbeiðsóhapp fráboðað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo