Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Arbeiðsloysið var 1,2% í februar í ár samanborið við 2,1% í sama mánað í fjør.

Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Gongdin er lýst við trendinum (sí frymil niðanfyri), sum vísir, at arbeiðsloysið hevur verið støðugt fallandi síðani 2012. Tá lá arbeiðsloysið um 6-7%.

Lítil munur sæst millum kynini. Í februar var var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnunum og 1,5% hjá kvinnunum. Fyri sama mánað í fjør var arbeiðsloysi 2,0% hjá monnum og 2,8% hjá kvinnum. Arbeiðsloysi hevur verið støðugt fallandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.

Í øllum økjum uttan í Sandoy er arbeiðsloysið minkað í mun til sama mánað í fjør. Størsta minkingin er í Eysturoy, Norðoyggjum og Suðuroy. Munurin millum Suðuroy og hini økini er nú ikki so stórur, sum hann hevur verið.

Í februar var minsta arbeiðsloysið hjá teimum í miðjum aldri 45-54 ár við 0,7% og tí yngsta aldursbólkinum við 0,9%. Hægst er tað hjá teim 25-34 ára gomlu við 1,9%. Í hesum aldursbólkin er munurin millum kynini serliga stórur, har tað er tvífalt so stórt hjá kvinnum sum hjá monnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo