Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Mjølnir skipar hetta vikuskifti fyri árligu Mjølnirkappingini fyri yngri deildir, tað er Banknordik, ið stuðlar kappingini.

Kappast verður í Badmintonhøllini og Kí-høllini og byrjað verður longu fríggjakvøldið kl. 18, tá ið kvinnu- og mansunglingar spæla.

Allur leygardagurin verður eisini kappast, tá eru tað børn frá 12 - 16 ár, ið eiga dagin.

Sunnudagurin er til tey yngstu - flogbørnini. Tá verður byrja kl. 13.30 og kappingin endar uml. kl. 17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo