Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Politikkur

Í eykajáttanarlógini fyri november verður biðið um at játtanin til bíðilønir verður økt við 1.3 milliónum av lutfalsliga stóru útskiftingini í tingmanningini eftir løgtingsvalið.

- Eisini verður biðið um, at játtanin til keyp av útbúnaði verður lækkað við 1.3 millión krónum av minni nýtslu í fíggjarárinum. Sostatt er hetta uppskotið um eykajáttan útreiðsluneutralt, sigur tingformaðurin Jógvan á Lakjuni, sum hevur lagt uppskotið fram.

Leysliga hugt eftir nøvnunum frá seinastu valunum, so sær út sum fáa um 19 bíðiløn, og eru tað fyrrverandi tinglimir, sum antin ikki vórðu afturvaldir ella sum ikki stillaðu upp aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo