Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Ein 15 ára gamal drongur úr Esbjerg er eins og fleiri onnur ákærdur fyri at hava sent eina grova videoupptøku, sum vísir morðið á tvær norðurlendskar kvinnur í Marokko í desmber, víðari til onnur. Drongurin hevur viðgingið seg sekan, upplýsir politiið.

Politiið gjørdi í mars av at fara í rættin við tilsamans 14 fólkum, sum øll eru ákærd fyri at hava sent upptøkurnar av drápinum víðari til onnur. Grummu upptøkurnar vísa, tá 24 ára gamla Louisa Vesterager Jespersen úr Danmark og 28 ára gamla Maren Ueland úr Noregi brutalt verða myrdar, tá tær eru til gongu í Atlasfjøllunum. Brotsverkið verður sagt at vera ein yvirgangsatgerð.

Politiið metir, at innihaldið í videobrotinum er sera særandi og mannminkandi.

Fólkini eru tískil ákærd eftir grein 264 d í revsilógini. Sambært hesi grein er tað revsivert at víðarisenda myndir av einum persóni, sum er í slíkari støðu, at hann "ivaleyst ongan áhuga hevur í at hetta verður víst alment."

Tvey av ákærdu fólkunum eru somuleiðis ákærd fyri alment at taka undir við yvirgangshandlingini.

Tey flestu eru tannáringar, men nøkur eru í aldrinum 45-69 ár, hevur politiið upplýst.

Videobrotið er eisini deilt í Føroyum, og VP hevur spurt hjá politinum um nakar føroyingur er ákærdur fyri at deila tað, men tað hevur ikki borið til í dag at fáa greiðu á tí spurninginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo