Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Eftir oyðileggjandi ódnina Dorian, sum herjaði fyri góðum mánaða síðan, tók Rotary International stig til innsavnan til frama fyri stóra endurbyggingararbeiðið, sum liggur fyri framman á Bahamas.

Rotary er umboðað við 18 limum í Klaksvík, og saman við Klaksvíkar Inner Wheel skipaðu teir seinasta leygardag fyri innsavnan við tombola, lutaseðla- og kaffisølu.

Inn komu 30.615 krónur, og hesar leggjast afturat samlaðu upphæddini hjá Rotary Danmark, sum føroysku klubbarnir eru partur av.

Endaliga upphæddin verður síðan fimmfaldað av Rotary International, áðrenn stuðulin verður latin til Rotary í Bahamas, oyramerktur til endurbyggingararbeiði eftir ódnina.

Birna Vágslíð, forseti í Klaksvíkar Inner Wheel er sum vera man væl nøgd við tiltakið. 

- Vit skipaðu fyri einum tombola tiltaki við kaffisølu og lutaseðlum, og eftir ein tíma vóru allir tombolavinningarnir farnir, so tað kunnu vit ikki annað enn vera stak væl nøgd við. Fólk eru so ófør at møta upp og stuðla, og tá er tað stuttligt at skipa fyri, ikki minst tá endamálið er so týdningarmikið sum hesaferð. Sjálvt um okkara íkast er ein dropi í havinum, so eru vit glað fyri at kunna hjálpa til við tí stóra arbeiðnum, sum tey hava fyri framman í Bahamas, sigur Birna Vágslíð.

Higartil hevur danski parturin av Rotary-innsavningini givið knappar 260.000 krónur samanlagt, og verður stuðulin mettur eftir limatali, so ber trygt til at staðfesta, at stuðulin úr Føroyum er nógvar ferðir størri enn tann úr Danmark. Hóast hetta ikki er málið í sjálvum sær, so fegnast Jan Gardar, forseti í Klaksvíkar Rotaryklubba um væleydnaða tiltakið. 

- Vit eru ótrúliga fegin og takksom fyri, at so nógv vístu tiltakinum ans. Sjálvur skal eg á fund við aðrar Rotaryklubbar í Danmark hetta vikuskifti, og eg veit longu nú, at úrslitið hjá okkum hevur vakt ans har hjá teimum, tí tá tú hugsar um limatalið, so hava vit fingið suverent nógv mest inn, og tað eru vit sjálvandi errin av, sigur Jan Gardar. 

Klaksvíkar Rotary og Inner Wheel takka øllum hjartaliga fyri stuðulin, og til ber at lesa meira um innsavningina hjá Rotary Danmark: trýst her

Um Rotary og Inner Wheel
Rotary International er altjóða felagsskapur, sum fevnir um 200 lond. Fyrsti Rotaryklubbin varð stovnaður í Chicago í 1905, og í dag eru samanlagt fleiri enn 1,2 milliónir limir í meira enn 35.000 klubbum. Endamálið hjá felagsskapinum er at sameina og virka til frama fyri samfelagið, bæði lokalt og globalt. Hetta verður eitt nú gjørt við tiltøkum til frama fyri ymisk vælgerandi endamál, men eisini gjøgnum ymsar Rotary-skipanir, eitt nú útvekslingsskipanina fyri ung og aðrar stuðulsskipanir. Í Føroyum eru tveir Rotaryklubbar - Klaksvíkar og Tórshavnar. Upprunaliga vóru bert menn limir í Rotary, men við tíðini eru eisini vorðið vanligt við kvinnuligum limum, eitt nú í Tórshavnar Rotaryklubba. Báðir eru partir av danska Rotary Distriktinum 1440. Samanlagt eru umleið 10.000 limir í Rotary Danmark.


Inner Wheel er somuleiðis altjóða felagsskapur, sum varð stovnað av konunum hjá Rotarylimum í Manchester í 1924. Endamálini hjá felagsskapinum eru í stóran mun tey somu, sum hjá Rotary, og tí er vanligt, at felagsskapirnir samstarva sínamillum. Í dag eru næstan 4000 klubbar og samanlagt fleiri enn 108.000 limir í Inner Wheel. Í Føroyum eru tveir Inner Wheel klubbar - í Klaksvík og Tórshavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo