Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Skúli

Skúlablaðið: Hvussu eru lesivanarnir hjá okkara børnum? Tað vita vit ikki, tí lesivanarnir eru ikki kannaðir í nógv ár.

Men í vár koma nýggj tøl á borðið; tá verður úrslitið av stóru lesikanningini, sum var gjørd í november, tøkt. Næmingar í 4., 6. og 9. flokki eru spurdir 27 spurningar um lesivanar; farið verður eitt sindur aftur um lesivanarnar, og spurt verður eisini, um tað hevur verið lisið fyri teimum, tá tey vóru lítil, um hvussu nógvar bøkur tey eiga, um hvussu tey klára seg í skúlanum, hvat tey gera í frítíðini, hvussu nógv tey brúka talgildar miðlar, um hvussu ofta tey læna bøkur, hvat teimum dámar at lesa og so framvegis.

75 prosent av børnunum í teimum trimum árgangunum hava svarað, og tað verður mett at vera stór umboðan.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo