Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Framsýningar

Mynd: Sakaris Stórá, Oktober

20 filmsverkætlanir fáa stuðul fyrra umfar í 2019.

Tað er greitt, nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, hevur viðgjørt tilmælini, sum hann fekk um stuðulsbýtið. 22 umsóknir komu inn og tilsamans 1.866.400 kr vórðu lætnar.

Stuðulin fevnir um hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu av filmi, og talan er um ymisk sløg av filmi, til dømis dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Hesi 20 fingu stuðul í fyrra umfari 2019 fyri tilsamans 1.866.400 kr.

  • Kykmyndir ÍVF Oktober                                            400.000 
  • Trygvi Danielsen 111 góðir dagar                              250.000
  • Anna Katrin Ø. Egilstrøð VITI                                    165.000
  • Jóhan Martin Christiansen Touch me, touch me gently 120.000
  • Rógvi Rasmussen Tað, ið hjartað sær, gloymist ei       100.000 
  • Gudmund Helmsdal Trøllabeiggi                                 100.000
  • Alda M. Magnussen Ábyrgd                                         67.400
  • Kykmyndir ÍVF Fjørður                                               48.000
  • Johan Rimestad Heini & Vivion                                    80.000
  • Hanus Johannesen Snildir menn                                  80.000
  • Theresa Jákupsdóttir Verkir                                        60.000
  • Andrias Høgenni Brúðarvalsur                                     75.000
  • Atli Brix Kamban Storkur                                            72.000
  • Eir í Ólavsstovu Havið - Taradrotningin                        65.000
  • Esther á Fjallinum Við fyrsta eygnabrá                         59.000
  • BlueBird Film Mannabørn                                            50.000
  • Julia í Kálvalíð Omman                                               25.000
  • Maria Tórgarð Living Room / Góðastova                       25.000 
  • Árni Nicolajsen Vísindamaður við seiðakikara                20.000
  • Havnar Sjónleikarfelag Illir Andar                                  5.000

Kykmyndir við Jón Hammer fekk størstu stuðulsupphæddina, 400 túsund kr., í hesum umfari. Talan er um spælifilm eftir Sakaris Stóra við arbeiðsheitinum ”Oktober”, sum snýr seg um ungan mann, ið arbeiðir á einum flakavirki. Tematikkurin er um tað lítla samfelagið, sum eksisterar sum eitt mikrokosmos og eitt heilt univers í sær sjálvum. Samstundis viðger søgan evni, sum hava altjóða áhuga so sum kynsleiklutir og eina hvørvandi verkafólkamentan.

Næststørstu upphæddina, 250 túsund kr., fekk Trygvi Danielsen, sum vann Geytan í 2018 fyri “111 góðar dagar”. Trygvi Danielsen arbeiðir víðari við at framleiða fleiri partar í eini stutt-sendirøð, sum hava andaliga prædikumannin Baldur og moralska nihilistin Teit sum berandi karakterir. Sendirøðin fylgir ikki siðbundnum frásøguhættum, men er ein sosialrealistisk frásøgn við skemtiligum og magiskum elementum.

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð hevur fingið 165 túsund kr. til “VITI”, sum er eitt films- og tónlistarligt verk um vitið. Filmurin skal eftir ætlan takast upp í Mykinesi, har vitin verður karmur um eina pallseting av føroyska landslagnum, eftir at vanlukkuligar veðurlagsbroytingar og geislavirknar dálkingar eru farnar fram.

Mentamálaráðið upplýsir, at talið av umsóknum um stuðul til spælifilm veksur, og at hesa ferð eru ikki færri enn seks umsóknir til spælifilmar. Orsøkin er helst, at játtanin til film er hækkað nógv, og at filmsfólkini nú hava betri møguleikar at royna seg á spælifilmsøkinum eisini.

Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Magni Høgnesen og Barbara í Stórustovu, hava gjørt tilmæli til landsstýrismannin um stuðulsbýtið. Samlaða játtanin til føroyska filmsframleiðslu er nú 2,7 milliónir krónur, og tað er ein hækking á 400 túsund kr. í mun til 2018.

Eitt nýtt stuðulsumfar verður lýst seinni í ár við freist 1. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo