Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Futuristurin Amy Webb heldur at ljóð og tala fara at gerast meira týðandi enn at síggja og skriva á mobilini tey næstu tíggju árini.

Tann lítla teldan – smarttelefonin – sum tey flestu hava í lummanum, hevur fullkomiliga broytt háttin at samskifta. Men tey næstu tíggju árini er henda tíð umliðin, skula vit trúgva futuristinum sum byrjaði at tosa á SXSW – South by South West-festivalinum í Texas um framtíðina á tøkniliga økinum.

– 2018 er byrjanin til endan hjá smarttelefonini, sigur Amy Webb við NRK.

– Tey seinastu árini hava vit sæð eina minking í søluni um allan heimin av nýggjum smarttelefonum. Fólk halda ikki tey fáa nakað nýtt í nýggju telefonunum. Kanska fáa tey eitt betri kamera og eitt sindur betri battarí, men ikki so nógv meira enn tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo