Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Í dag er fyrsta umfar í Skúlafótbólti, sum er stóra fótbóltskappingin fyri fólkaskúlar, miðnáms- og háskúlar, sum er í Marghøllini í Vági.

Hetta fyrsta umfarið er fyri næmingar í 6. flokki og tilsamans 220 næmingar fara at kappast í Marghøllini í Vági.

Kappingin hjá 6. flokkunum er skipað í blandaði lið, dreingja lið og gentu lið og fara 26 lið at spæla í dag.

Umframt at spæla fótbólt fáa næmingar eisini høvið at svimja í Páls Høll og royna bouldering-klatriveggin í Marghøllini.

Skúlafótbóltur varð fyrstu ferð á skránni farna skúlaár, tá fleiri enn 2.400 næmingar vóru til Skúlafótbólt í Vági.

Ongin Skúlafótbóltur uttan góðar stuðlar og eru vit sera fegin um, at BankNordik aftur í ár er høvuðsstuðul hjá Skúlafótbólti, siga fyrireikararnir av Skúlafótbólti.

Umframt BankNordik, so er Skúlafótbóltur eisini stuðlaður av Fótbóltssambandi Føroya.

Skúlafótbóltur er skipaður í samstarvi við Vágs kommunu, sum liður í at Vágs kommuna er partur av ABC fyri sálarligari heilsu og telist Skúlafótbóltur millum størstu ABC tiltøkini í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo