At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Mynd: FSF

FSF: Hósdagin 29. august spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, tá Wales kemur á vitjan í Føroyum. Hini londini í bólkinum eru Hvítarussland, Norra og Norðurírland.

Í hesum sambandi hevur John Petersen, A-landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp, sum telur 25 spælarar, ið eru boðsendir til venjing á Tórsvølli sunnudagin 4. august. Endaligi hópurin til dystin móti Wales verður kunngjørdur á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 5. august klokkan 10:00.

- Tað er við góðum treysti at vit fara undir eina nýggja kapping, og vit gleða okkum at sleppa í gongd. Men tað eru stórar avbjóðingar, ið standa fyri framman, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Hópurin
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Sarita Maria Mittfoss, B36Jóna Nicolajsen, B36
Olga Kristina Hansen, B36
Rakul Magnussen, EBS/Skála
Ansy Jacobsen, EBS/Skála
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Margunn Lindholm, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Nadja Dam Johannesen, HB
Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF (Norra)
Hjørdis Nesá, ÍF/Víkingur/B68
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika Ragna Christiansen ÍF/Víkingur/B68
Maibritt Olsen, ÍF/Víkingur/B68
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Eyðvør Klakstein, KÍ
Katrina Akursmørk, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Lív F. Arge, Sundby (Danmark)

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tríggjar EM-undankappingardystir í ár, og fimm undankappingardystir í 2020. Skráin sæst HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo