Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

Føroya Tele hevur áhaldandi arbeitt við at fáa Apple góðkenning til at nýta føroysku landakotuna (+298) í Apple skipanum, soleiðis at føroyingar í Føroyum betri kunnu virkna og gagnnýta ymiskar Apple tænastur og produktir.

Ítøkuliga kann nevnast Two-Factor Authentication, sum gevur eyka trygd á Apple tólum við at knýta føroyska telefonnummarið at einum Apple-id. Two-Factor Authentication er fortreytin fyri, at kundar kunnu gagnnýta fleiri av nýggju produktunum og tænastunum, ið tøknirisin Apple bjóðar kundum sínum kring heimin. Millum hesi nýggju produktini er eitt nú Apple HomePod, sum væntast tøkt á føroyska marknaðinum seinni í ár.

- Góðkenningin av føroysku landakotuni er úrslitið av einum miðvísum og áhaldandi arbeiði, ið hevur kravt drúgt samskifti við fleiri ymiskar deildir hjá Apple. Sum lítil tjóð er tað ofta torført at verða raðfest av altjóða fyritøkum, ið virka á marknaðum við fleiri milliónum brúkarum. Eg eri sera errin av, at vit á Føroya Tele hava fingið hetta í lag, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

Á heimasíðuni hjá Apple ber til at lesa meira um Two Factor Authentication: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo