Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Føroyar vunnu aftur í dag í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa. Eina løtu var Malta á odda 1-0, men so vendi gongdin, og Føroyar vunnu dystin trygt.

Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu allir, men Silas Eyðsteinsson tapti á fjórða borði.

Føroyar eru framvegis nummar tvey av teimum tíggju liðunum - eitt stig aftanfyri Andorra. Føroyska liðið hevur vunnið seks dystir og spælt ein javnan. Andorra hevur vunnið allar sjey dystirnar.

Støðan í kappingini er nú henda:
1. Andorra 14 stig
2. Føroyar 13
3. Monaco 11
4. Kýpros 10
5. Luksemburg 9
6. Malta 5
7. Liktinstein 3
8. Jersey 2
9. Guernsey 2
10. San Marino 1

Avgerandi dystir
Bara tvey umfør eru nú eftir í kappingini. Teir avgerandi dystirnir eru enn eftir. Ósigraða Andorra hevur báðar teir harðastu kappingarneytarnar eftir - Monaco í morgin og Føroyar leygardagin.

Føroyar telva móti Kýpros í morgin fríggjadagin. Teir hava staðið seg væl, vunnu m.a. á Luksemburg, men í dag taptu fyri 3-1 fyri Monaco.

Vinna Føroyar á Kýpros í morgin er lagt upp til eina beinleiðis finalu í síðsta umfari leygardagin millum Føroyar og Andorra.

Enn er ikki greitt, hvørjir manna føroyska liðið í morgin, men væntandi verða tað Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og John Rødgård.

Styrkt oddalið
Um báðar kappingarneytarnar hjá Føroyum - Andorra og Monaco - er at siga, at liðini eru styrkt við fremmandum telvarum.

Andorra hevur tveir stórmeistarar. Oscar De La Riva Aguedo er spanióli og var spanskur meistari í 2003. Hann hevur tó í nøkur ár umboðað Andorra. Hin stórmeistarin er bretin David Norwood. Hann var fastur viðmerkjari í BBC-sjónvarpsstovuni, tá ið HM-finaludysturin millum Garri Kasparov og Nigel Short var telvaður í London í 1993.

Monaco hevur aðrar tveir tilfluttar telvarar á fremstu borðunum. Igor Efimov er stórmeistari úr Georgia, hevur í fleiri ár umboðað Italiu, og seinni Monaco. Hin er Igor Berezovskij, altjóða meistari úr Týsklandi av ukrainskari rót. Hann hevur umboðað Monaco síðani 2014.

Í stuttum er at siga, at lagt verður nógv fyri at vinna hesa Small Nations talvkappingina fyri landslið. Kappingin í ár er tann fimta í røðini. Føroyar hava vunnið tvær ferðir og Luksemburg tvær ferðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo