At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Politikkur

37.819 hava valrætt á løgtingsvalinum 31. august 2019. Hetta eru 1.361 fleiri enn við seinasta løgtingsval. Av hesum eru 375 lesandi uttanlands, ímóti 670 við seinasta løgtingsval.

Tað eru 57 valstøð, sum er eitt minni enn við seinasta løgtingsval. Størsta valstaðið er Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn við 12.971 veljarum og minsta er skúlin í Elduvík við 10 veljarum, sum samstundis er minst loyvda talið av veljarum á einum valstaði sambært § 21 í løgtingsvallógini.

Sí viðfesta lista við talið av veljarum pr. valstað

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo