Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Í eini kanning sum norski miðilin VG hevur fingið atgongd til, siga 43,3 prosent av 119 norskum fótbóltsleikarum seg hava stríðst við ótta og depresjónir.

Tølini eru frá eini stórari kanning gjørd av altjóða leikarafelagsskapinum FIFpro í 2015. Sum fyrsti miðil hevur  VG nú svarini hjá 119 norskum leikarum, sum hava leikt í tveimum teimum ovastu deildunum í Noregi.

Tølini vísa millum annað at 43,3 prosent hava stríðst við ótta og depresjónir 23,8 prosent høvdu svøvntrupulleikar og 6,9 prosent stríddust við alkohol.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo