List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Fríggjdagin skipaði Frítíðarskúlin í Hoyvík fyri innandura fótbóltskapping í Hoyvíkshøllini millum flestu frítíðarskúlarnar í kommununi. Umleið 130 leikarar vóru við, frá 7 frítíðarskúlum. Eisini vóru sera nógvir fjepparar við til tiltakið, samanlagt vóru um 400 børn, starvsfólk og foreldur og systkin í høllini.

Kappingin var skipað í 4 bólkum við 4 liðum, vinnarinir komu víðari til eitt finaluumfar, har hesi 4 liðini leiktu móti hvørjum øðrum. Liðini í finuumfarinum vóru úr Frítíðarskúlunum í Badmintonhøllini, Løgmannabreyt og tvey lið úr Spíranum í Havnardali.

Finaluumfarið var sera javnt og tá stigatalvan bleiv gjørd upp var vinnarin Frítíðarskúlin við Løgmannabreyt, ið borgarstjórin handaði heiðursmerkir og stórt steyp til ognar. Á fylgandi plássunum komu lið úr Spíranum og Badmintonhøllini.

Seinasti dystur í kappingini var sera avgerandi, og var hann millum Løgmannabreyt og Spíran, sum áðrenn dystin høvdu 4 stig. Dyrsturin var sera javnur og við dystarenda var úrslitið 0-0, og tí bleiv Løgmannabreyt vinnari, bæði liðini høvdu málmunin +1, og innanhýsis var sum áður nevnt javnleikur, og tí bleiv vinnarin funnin við skotnum málum, og har hevði Løgmannabreyt munin við einum máli.

Bjarni Beder, stovnsleiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, er sera væl nøgdur við tiltakið, og sær hann fram til at gera líknandi tiltak aftur í framtíðini.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo