Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

(mynd: Norðurlandahúsið)

Tá ferðavinnan í Íslandi byrjaði at taka dik á seg fyri umleið 20 árum síðani, brúkti íslendska ferðaráðið ta myndatalu, at hvør ferðamaður hevði sama týdning fyri búskapin sum eitt tons av toski.

Vit kunnu gita, um sama mynd kann brúkast í Føroyum, men tað er neyvan heilt óhugsandi.

Eitt dømi er stóra læknaráðstevnan, sum er í Havn í hesum døgum, har einir 400 læknar og onnur taka lut. Fólk í ferðavinnuni meta, at  leystliga roknað er ráðstevnan, sum varar í 4 dagar, einar fimm milliónir krónur verd hjá gistingarhúsum, matstovum, flutningsfeløgum og øðrum, sum á einhvønn hátt eru knýtt at ráðstevnuni við vørum og tænastum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo