Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Eivind Jacobsen á Facebook: Frá 1998 til 2018 - bæði árini íroknað - eru bygdir 3.473 bústaðir. Talan er bæði um íbúðir, sethús og raðhús. Av hesum er 59,3% bygt í Tórshavn.

Í tali eru 2.061 bústaðir bygdir í Tórshavn og 1.412 uttanfyri Tórshavn.

Henda gongdin saman við tí at alt fleiri hús standa tóm á bygd, sæst aftur.

Havnin, Hoyvík og Argir er vaksið úr 35,4% upp í 38,5% av fólkatalinum. Í tali er tað 3.894 fólk.

Dagurin, sum á útlendskum kallast Point of no return, nærkast skjótt.

Tað kann gott vera at tað er skilagott at lata standa til, men tað er helst eisini skilagott at taka tað avgerðina, meðan vit enn kunnu velja, at lata standa til ella gera okkurt øðrvísi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo