Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Í tilgongdini, til tess at røkka einari semju um fíggjarætlanina 2020, var eitt hugskot, at royna íslendska hugskotið “Frístundarkortið.” Skipanin er í nøkur ár roynd í m.a. Reykjavík og í Kópavogi, har býráðsmanning okkara vitjaði fyri einum lítlum ári síðani á íblástrarferð í grannatjóðini.

Tað eru ymiskir hættir at lætta um ella at umskipa fíggjarligu orkuna í samfelagnum. Skattalætti er ein háttur og ein annar, av mongum, er at stuðla undir gerandisdagin hjá barnafamiljum og teimum, sum hava trengri kor enn onkur annar. Tað er ein politisk uppgáva at tryggja, at børn og ungdómar, líkamikið hvørji fíggjarligu lunnindini annars eru, sleppa framat tilboðunum á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum í kommununi. Sosiala og fíggjarliga støðan hjá foreldrum eigur ikki at gera mun á børnum og ungum at fáa sama gagn av teimum aktivitetum, ið annars finnast í Runavíkar kommunu á hesum mótum.

Í kvøld hevur Runavíkar býráð samtykt at seta í verk skipanina “Spjaldur”, sum eina royndarskipan í 2020. Skipanin hevur til endamáls at veita øllum borgarum okkara, ímillum 6 og 18 ára aldur, eitt ognarkort á 2 túsund krónur árliga. Spjaldrið verður eitt persónligt ognarkort, ið bert kann nýtast av einum og sama persóni. Tað verður galdandi fyri alt virksemi á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum, sum er staðsett í Runavíkar kommunu. Endamálið er sum sagt at tryggja, at øll eiga møguleikan eftir áhuga. Børn og ung ráða sjálvi fyri hvussu Spjaldrið verður brúkt, - bert teirra áhugi ræður fyri, um ognarkortið verður nýtt í fimleiki, fótbólti, kapprógving, klaverspæli, telving, frálæru í russiskum o.s.fr.

Nú skipanin verður sett í verk, sum ein roynd, verður byrjað við at seta tvey túsund krónur inn á kortið. Í Reykjavík, har kommunan hevur serliga góðar royndir av skipanini, fylla tey nú 2.750 føroyskar krónur á frístundarkortið um árið. Royndirnar í Íslandi eru nú, at fleiri gerast limir í frítíðarfeløgum og hetta sæst aftur sum bót á tí meiri døkku síðuni í samfelagnum. Umráðandi er í hesum viðfangi, at avtalur verða gjørdar millum kommununa og feløgini, sum eru við í skipanini, og treytir fyri luttøku eru m.a., at felagið skal hava nøktandi hølisviðurskifti og at útbúnir venjarar, omanfyri 18 ár, skulu standa fyri venjingunum. Hvørt skeið, sum rindað verður fyri, skulu í minsta lagi fara um eitt tíðarmál á 10 vikur.

Kommunan setir eina upphædd av fyri hvørt barn og hvønn ungdóm. Upphæddin verður standandi hjá kommununi, haðartil hesi hava limað seg til eitthvørt virksemi. Síðani krevur felagið, sum skipar fyri virkseminum, upphæddina fyri lima-/luttøkugjald inn frá kommununi. Tað fer at bera til hjá foreldrum at skekla seg á eina heimasíðu og har síggja salduna hjá hvørjum barni sær. Foreldrini kunnu á heimasíðuni, um tað er ynskiligt, gjalda inn á kortið fyri at fylla meiri á Spjaldrið. Ónýttur peningur verður ikki goldin út, men fellur aftur til kommununa við árslok. Til ber ikki at flyta ímillum persónar tíansheldur yvir ár.

Nú skipanin verður sett í verk í Runavíkar kommunu, er neyðugt, at avtala verður gjørd við feløgini, sum hava frítíðarvirksemi, hvussu skipanin skal fáast at virka í gerandisdegnum.
Spjaldur-skipanin verður sett í verk pr. 1. januar 2020.

Í løtuni eru 696 børn og ung í aldrinum 6-18 ár í Runavíkar kommunu. Í FÆ2020 er sett av hálv onnur millión til endamálið.

ES: Runavíkar kommuna hevur spurt seg fyri hjá TAKS og løgfrøðiligum ráðgeva um skipanina. Sum so er ongin forðing fyri at seta skipanina í verk, men TAKS sigur:

”Skattalógin staðfestir í §25, stk 1, at: Fyri skattskylduga inntøku verður, við teimum avmarkanum og undantøkum, ið sett eru í hesari lóg, roknað alt tað, sum hin skattskyldugi í inntøkuárinum (sbr. 24. §) hevur lagt inn í peningi ella peningsvirði. T.v.s. at virðiskortið er skattskyldugt hjá tí, sum fær ágóðan av virðiskortinum.”

Løgfrøðiligi ráðgevin hjá kommununi sigur í svari:

“Eg helli til ta áskoðan, at virðiskortið er skattskyldugt sambært galdandi skattalóggávu, soleiðis sum grein 25 er orðað.

Børn rinda sjálvstøðugt skatt av egnari inntøku jfr. § 5 í skattalógini.

Tá børn vanliga ikki hava aðra inntøku, og samstundis hava ein stóran botnfrádrátt á kr. 30.000 í kommunuskatti og kr. 65.000,00 í landsskatti, verður tað ikki aktuelt við nøkrum skatti av virðiskortinum fyri tey flestu viðkomandi.”

ES 1: Harvið verður skattaskipanin ikki ein stórvegis trupulleiki av hesum ognarkortinum, men rættast hevði verið, at landsmyndugleikin broytti ásetingarnar hesum viðvíkjandi, soleiðis, at hetta verður javnsett við hækkaðan barnafrádrátt, lækkaði ansingargjøld, kostnaðarleysa ferðslu við strætisvagnum o.s.fr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo