Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Vinna

Nú fer 62°N eisini at hava bilaleigustøð í Havn, afturat henni, sum longu er í Vága floghavn.

Tað er í gamla politigarðinum í Jónas Broncksgøtu, at 62°N fer at halda til, og við hesum hevur 62°N tvey støð til síni viðskiftafólk at heinta og lata inn leigubilar sínar.

- Hetta merkir, at vit eru beint við báðar høvuðsinngongdirnar til Føroyar. So antin tú kemur við flogfari í Vágum ella við skipi til farstøðina í Havn, so eru vit har, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N.

Umframt at vera ein av stóru bilaútleigarunum í landinum umboðar 62°N eisini heilar tríggjar heimsumfatandi ketur: Hertz, Sixt og Europcar.

- Hetta letur absolutt dyr upp, tí okkara viðskiftafólk kunnu sita allastaðni í heiminum og leiga sær bil frá okkum, leggur Bergur Thomsen afturat.

Allir bilarnir í flotanum hjá 62°N eru yngri enn 1 ár, og sostatt er tað bara tað nýggjasta, sum verður bjóðað viðskiftafólkumnum.

Nýggja deildin hjá 62°N bilaleigu letur upp í Havn 1. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo