Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Anfinn Olsen, reiðari í Framherja, segði millum annað á fiskivinnufundinum í Østrøm í gjárkvøldið, sum Fólkaflokkurin skipaði fyri, at umleið 135.000 tons verða væntandi landað í 2019.

- Uppisjóvarvirkini kunnu í dag framleiða umleið 2900 tons um samdøgrið, so við núverandi kapasiteti kunnu hesi 135.000 tonsini virkast í 45 samdøgur.

Anfinn Olsen segði eisini, at býtið av menningarkvotum veksur um kapasitetin á landi og kann tí minka um kappingarføri.

Niðanfyri er framløgan hjá Anfinn Olsen, sum hevði yvirskriftina: Kvotur, manningar og framleiðsla til matna í uppisjóvarvinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo