Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

- Tað er lønmóttakarin sum eigur sína frítíðarløn, og tí er tað sjálvandi umráðandi at hann fær pengarnar. Men í síðstu atløgu er tað kortini ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum lønmóttakara at bera so í bandi, at hann fær sína frítíðarløn.

Tað sigur forkvinnan í Frítíðargrunninum, Jóanna Djurhuus.

Sum VP skrivaði herfyri, so eru seinastu 5 árini 743.000 frítíðarkrónur ongantíð komnar fram til eigaran. Heilt einfalt tí, at talan er um ein bólk av lønmóttakarum, sum aktivt skulu gera krav uppá pengarnar. Teir koma ikki á lønarkontuna av sær sjálvum, sum hjá teimum flestu. Og tá fimm ár eru farin, er kravið fyrnað, og Frítíðargrunnurin eigur pengarnar.

Seinastu fimm árini hava hvørt ár verið eitt stað ímillum 56 (2019) og 88 (2016), sum ikki (enn) hava fingið sína frítíðarløn. Ella við øðrum orðum í miðal einir 72 lønmóttakarar hvørt ár. Her er vert at hava í huga, at frítíðarløn verður skattað beinanvegin, tá arbeiðsgevarin flytir hana, og ikki tá hon verður útgoldin. Tískil er tað bara hann ella hon sum hevur arbeitt fyri pengarnar, sum ongantíð fær sín part.

Serliga útlendingar
Okkurt bendir á, at tað í nógvum av førunum eru útlendingar sum ikki fáa frítíðarlønina. VP hevur spurt hjá TAKS um møguligt er at fáa greiðu á hesum, men tað er tað bara partvís, tí tað er órímuliga arbeiðskrevjandi, sigur TAKS. Har kunnu tey kortini upplýsa at av teimum, sum seinastu fimm árini ikki hava gjørt krav uppá sína frítíðarløn, hava 211 seinasta upplýsta bústað í Føroyum og 152 hava seinasta upplýsta bústað uttanfyri Føroyar.

Tað ber altso ikki til at fáa upplýst hvussu nógv av teimum, sum hava seinasta upplýsta bústað í Føroyum, sannlíkt eru útlendingar.

Teldurnar klára tað ikki

Tað kann tykjast løgið, at frítíðarlønin ikki bara kann gjaldast á ta kontuna, sum lønin vanliga verður goldin á. Men hetta er sambært forkvinnuni í Frítíðargrunninum tí, at frítíðarlønin er serliga vard og bara kann gjaldast út til tann sum eigur hana.

Sama er ikki galdandi fyri vanliga lønarinntøku.

Og tá telduskipanin hjá TAKS hevur sínar avmarkingar, so kann bara tann sum stendur fyrst nevndur sum kontuánari brúka kontuna til at fáa frítíðarlønina útgoldna, um eini hjún til dømis hava felags lønarkontu. Í hesum førunum verður ein lepi sendur til eigaran, sum fær pengarnar við at lata lepan inn í einum banka sum víst verður til. Men bankar eru ikki í hvørjari bygd í dag, og tí kann hugsast, at tað er ein partur av orsøkini til, at fleiri gloyma at gera krav uppá sína frítíðarløn.

VP: Kundi TAKS ikki sent eina áminning út til tey, sum ikki hava heintað frítíðarlønina, tá ein tíð er fráliðin?

Jóanna Djurhuus: Áminningar verða ikki sendar fólki um at heinta frítíðarlønina. Løntakarar hava sjálvir ábyrgdina av at heinta sína frítíðarløn. Løntakarar hava eisini ábyrgd av at upplýsa eina adressu, har postur kann sendast, og vit halda okkum til tær adressuupplýsingar, sum fólk sjálvi lata Landsfólkayvirlitinum.

Andsøgn
Tað kann kanska tykjast sum ein andsøgn, at mannagongdirnar hjá TAKS og Frítíðargrunninum, sum skulu tryggja at rætti eigarin fær pengarnar, eftir øllum at døma gera, at fleiri lønmóttakarar ongantíð fáa frítíðarpengarnar, sum tey av røttum hava krav uppá.

Men forkvinnan í Frítíðargrunninum vísir á, at TAKS hvørt ár ger lýsingarherferðir, millum annað fyri at tryggja, at frítíðarpengarnir koma fram til rætta viðkomandi. Og hon vísir eisini á, at talan hóast alt bert er um ein lítlan part av samlaðu útgjaldunum - í ár eru tildømis yvir 460 milliónir krónur útgoldnar í frítíðarlønum.

Kortini eru tað hvørt ár í miðal 72 lønmóttakarar í Føroyum, sum ikki fáa sín part av frítíðarpengunum, tey hava forvunnið. Tí tey gloyma at gera krav uppá pengarnar. Ella tí tey ikki vita, at tey eiga pengar tilgóða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo