Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Skúli

Skúlablaðið: Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv børn byrja í 1. flokki, nøkur ár táttar tað í 770, og onnur ár hevur tað verið um 670. So skúlaárið, sum nú byrjar, er talan um vanliga tilgongd.

Tað verður skúlastjórin á Skúlatrøð, sum sleppur at taka ímóti flest nýggjum næmingum komandi skúlaár. 76 børn byrja sína skúlagongd í Klaksvík í komandi viku. Á Skúlanum á Fløtum byrja 73 børn í fyrsta flokki, og so fordeilir restin av børnunum seg yvir landið alt. Nakrir skúlar fáa ongar næmingar í fyrsta flokk í summar; teir eru skúlarnir í Fámjin, Kunoy, Haraldssund, Húsar/Syðradal og Skálavík, skrivar Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo