Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Nú eru 73 ár farin síðan týdningarmesta dagin í Føroya søgu, tí leygardagin 14. september feldu føroysku veljararnir uppskot stjórnarinnar um at innlima okkum í Danmarkar ríki, so vit skuldu koma undir donsku grundlógina og okkara unglingar skuldu gera hertænstu í danska herinum og doyggja fyri Danmark í Miðeystri. 

Henda dagin var eg seks ár, og fyri meg var tað ein minniligur dagur. Eg slapp við mammu míni av bygdini og heilt til Vestmanna. Á veg oman til mjólkarbátin hevði mamma eini ørindi í skúlanum. Aftaná fekk eg at vita, at hon hevði atkvøtt fyri loysing. Men í Kaldbaks bygd var hon í minniluta. Har vóru 34 atkvøður fyri stjórnaruppskotinum og 30 fyri loysing. Har var eisini regn og vindur. Vit sigldu til Kollafjarðar, har vit við Sjógv komu upp í ein bil. Í Kollafirði vóru 34 atkvøður fyri stjórnaruppskotinum og 114 fyri loysing. Vit støðgaðu í Kvívík. Har vóru 47 fyri stórnaruppskotinum og 115 fyri loysing. At enda komu vit til Vestmanna. Har vóru 201 fyri stjórnaruppskotinum og 196 fyri loysing. 

Tá úrslitið fyri allar Føroyar varð útvarpað klokkan trý sunnumorgunin, vóru 161 atkvøður í meiriluta ímóti stjórnaruppskotinum. Høvdu vestmenningar ikki sett 196 atkvøður fyri loysing, so hevði úrslitið verið øvut!

Í Kvívík var sjálvandi mikil rómur, tí allar Føroyar tóku undir við tí, sum kvívíkingar hildu vera best. Í mætasta sjálvstýrishúsunum komu fólk saman at fegnast. Sum gleimurin var av tí besta, fór hurðin upp, og inn kom Hans Iversen, tingmaður Sambandsfloksins í Norðurstreymoyar valdømi. Hann kom inn at ynskja teimum tillukku við úrslitinum. Hann segði: Tit hava vunnið, og vit hava tapt. Men tit skulu vita, at í tí verki, sum nú stendur fyri framman, skal okkara partur ikki liggja eftir!

Og so hevur verið!

Vit eru framvegis ikki limaði inn í Danmarkar ríki. Einki av tí, sum er hent í ríki okkara síðani hevði kunna farið fram, um so var at vit ikki settu donsku stjórnina upp á pláss 14. september fyri 73 árum síðani. 

Tí er 14. september størsti dagur í søgu okkara. 

Zakarias Wang

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo