Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Merkisdagar

Býráðið skal hóskvøldið taka støðu til eitt uppskot um at skipa fyri stórum minningarhaldi í Havn í mai 2020 í sambandi við 75 ára dagin fyri endan á hersetingini av Føroyum undir seinna heimsbardaga.

Bretska hersetingin í Føroyum, kallað Operation Valentine, vardi frá 12. apríl 1940 til 16. mai 1945, og onkuntíð vóru um 8000 bretskir hermenn í landinum samstundis. Friðurin í Evropa varð lýstur 8. mai 1945 og í øllum heiminum á heysti 1945.

Umleið 205 føroyingar lótu lív í sigling á føroyskum og útlendskum skipum hetta tíðarskeið. Mett verður sjálvsagt, at minningarhald um hetta serliga skeið í søgu okkara verður hildið, bæði fyri at æra minnið um tey falnu, men eisini sum áminning til nútíðar ættarlið um hesa hending, sum á so mangan hátt hevur myndað land okkara síðani.

Minningarhald í Havn

13. mai 1945 var skrúðgonga á Vaglinum og í havnargøtum í sambandi við lýsta friðin í Evropa og endan av hersetingini av Føroyum. 

Í mai 1990 var stórfingið minningarhald í Havn í sambandi við, at 45 ár vóru liðin, síðan endan av seinna heimsbardaga og hersetingina av Føroyum.

Nú eru skjótt 75 ár liðin síðan hersetingini endaði og vit fingu frið í Evropa. 

Mett verður hóskandi, at Dýra Biðidag - fríggjadagin 8. mai 2020 - verður hildið minningarhald í Havn, umframt at onnur tiltøk viðvíkjandi søgu og mentan frá krígsárunum verða hildin um sama mundið. 


Lagt verður upp til, at minningarhaldið eigur at verða fyriskipað saman við Føroya landsstýri og øðrum viðkomandi pørtum. Mælt verður til, at tað beinanvegin verður farið undir fyrireiking av tiltøkunum, og at hóskandi sambond og samstarv verða fingin við viðkomandi partar.

Heitt verður eisini á landsstýrið og aðrar myndugleikar um at kanna møguleikar í hesum sambandi við bretskar myndugleikar og onnur, eins og tað varð gjørt í 1990.

---

Málið er viðgjørt og samtykt í mentamálanevndini og fíggjarnevndini og kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið 26. september.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo