Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Danski Poul Svejstrup Pedersen, 86 ár, er ein av teimum, sum enn eru á arbeiðsmarknaðinum eftir pensiónsaldur. Tað ger hann, tí hann vil til arbeiðis hvønn morgun, tá hann fer upp.

Talið av dønum yvir 67 ár, sum eru virknir á arbeiðsmarknaðinum, er frá 2011 til 2016 hækkað við 38 prosentum.

Poul heldur, at tíanverri gongur tað soleiðis hjá fleiri menniskjum, at tey gleða seg at gerast pensjonistar, men av órøttum halda tey, at so fáa tey nógvar vitjanir, men tá ein situr heima, so verður tú einsamallur, og so doyrt tú skjótari, sigur Poul Svejstrup Pedersen.

Hann heldur seg klára tað sama, sum tey, ið eru 20 til 25 ár yngri enn hann.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo