Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Bøkur

139 myndir í hágóðsku og ein ferð yvir Føroyar, sum er ógloymandi og minnir føroyingin á, hvussu vakrar Føroyar eru, og vísir ferðafólkunum eitt land, sum er so vakurt, at tú missir ondina.

Onnur bókin í røðini hjá Ólavi Frederiksen er komin í bókasølurnar. Í bókini eru 139 myndir av Føroyum, sum eru tiknar úr erva.

Í 10 ár hevur Hans Hansen, flogskipari, flogið runt við Ólavi Frederiksen bert við tí fyri eyga at taka loftmyndir av Føroyum.

Hesi 10 árini er myndarúgvan vaksin upp í einar 10.000 myndir, og nú ber til at síggja 139 av teimum í framúrskarandi góðsku.

Sum prentari hevur fotografurin lagt dent á myndaviðgerðina, so tey, sum ogna sær bókina, fáa eina kenslu av, at tey sita í flogfarinum hjá Hans Hansen og flúgva oman fyri bergtakandi landsløg, bygda- og býarløg og flottar og søguligar bygningar.

Bókin er í A5 stødd og er tí serstakliga vælegnað at senda sum gáva. Hon er 127 blaðsíður.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo