Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Føroyska talvlandsliðið er nummar trý av teimum tíggju liðunum í kappingini fyri smátjóðir í Evropa nú sjey umfør eru farin í kappingini í San Marino.

Føroyska liðið er styrkismett nummar tvey. Tvey umfør eru eftir.

Seinastu tveir dagarnar hava úrslitini verið hesi:

Føroyar - Liktinstein 2½-1½
Føroyar - Monako 1½-2½
Føroyar-San Marino 4-0

Andorra er á odda. Teir hava vunnið allar dystirnar. Monako er nummar tvey og Føroyar nummar trý.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum er henda:

Helgi Dam Ziska 4½/6
John Rødgaard 4½/6
Sjúrður Thorsteinsson 2½/6
Hans Kristian Simonsen 4/6
Luitjen A. Apol 2½/4

Í dag verður telvað móti Kyprós. Helgi, John, Sjúrður og Hans Kristian eru á liðnum í dag. Kappingin endar í morgin. Tá telva Føroyar móti Guernsey.

attachments.office.net/owa/sunim@kvf

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo