Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tað hevur regnað av grimd í stórum pørtum at Iran í fleiri vikur, og í fleiri støðum tykist tað sum at tey berjast ein vónleysan bardaga ímóti vatninum sum bara fløðir og fløðir.

Veðurfrøðingarnir siga frá sonnum glopraregni eisini komandi dagarnar, so onki bendir á, at neyðin og trupulleikarnir er av í bræði.

Ein landspartur, sum er illa raktur er Khuzestan, sum liggur við markið til Irak, og har vórðu fyrr í vikuni yvir 60.000 fólk í skundi flutt burtur undan áarførinum.

Talan er um ringastu vatnflóð í yvir 70 ár, og har sum ringast stendur til hevur tað regna líka illa í ein einkultan dag sum dag annars plagar at gera í eitt heilt ár.

BBC skrivar, at eini 12.000 kilometrar av vegi, tað er umleið triðingurin av øllum vegum í Iran, so ella so hava tikið skaða av nógva vatninum.

Minst 140 áir eru farnar um áarbakkarnar og minst 400 skriðulop hava verið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo