Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Politikkur

Forsætisráðharrin Boris Johnson boðaði greitt frá í gjár undan atkvøðugreiðsaluni at teir limirnir sum atkvøddu móti stjórnini fóru at verða ekskluderaðir - ein av teimum var abbasonur Churchill.

71 ára gamli Nicholas Soames, sum er sonur yngstu dóttir Winston Churchill, Mary Soames, hevur umboðað flokkin í Undirhúsinum í parlamentinum síðani 1983. Í 2014 var hann sligin til riddara av Elizabeth II drotning.

Aðrir prominentir konservativir limir sum eisini verða koyrdir úr flokkinum eru Kenneth Clarke, Philip Hammond, David Gauke, Justine Greening og Dominic Gieve.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo