Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Politikkur

Kringvarpið: Gunn Ellefsen, advokatur, vildi ikki hava sítt navn at standa undir notatinum sum í síðstu viku fekk løgmann at fríkenna aðalstjórarnar í Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum fyri ábyrgd í sambandi við gøluna á Glasi.

Tað kemur fram í samskifti millum advokatin og Løgmansskrivstovuna.

Mánadagin í síðstu viku, 1. juli, komu boð av ovasta staði í Tinganesi. Aksel V Johannesen, løgmaður boðaði frá, at eftir ráðgeving frá Gunn Ellefsen, advokati, løgfrøðingum á Løgmansskrivstovuni og Lønardeildini, so hevði hann gjørt av at meirnýtslan á Glasi ikki skuldi fáa starvsrættarligar avleiðingar fyri aðalstjórarnar í Mentamálaráðnum og Samferðslumálaráðnum.

Saman við fráboðanini var eitt notat, sum hesin bólkurin av ráðgevum hevði gjørt og sum kom til ta niðurstøðu sum løgmaður síðani boðaði almenninginum frá at hann tekur til eftirtektar.

Men undir notatinum sum ikki hevur nakað brævahøvd, ikki nakað journal nummar, ongar forbókstavir ella persónliga undirskrift, har stendur bara Løgmansskrivstovan.

Í innliti hjá Kringvarpinum sæst, hvat er farið fram millum advokatin og Marjuna Hanusardóttir, løgmansstjóra, beint frammanundan almannakunngerini.

Gunn Ellefsen vil rætt og slætt ikki hava sítt navn at standa undir løgfrøðiliga notatinum sum fríkennir aðalstjórarnar fyri at hava brotið sína eftirlitsskyldu á Glasi, tí stundir hava ikki verið at gjørt eitt nóg neyvt arbeiði.

Hoyr Brynhild Thomsen lýsa málið - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo