Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Frosturin bitur, men eingi eru køld - sigst. Hóast tað mangan kann vera kalt og illsligt vetrahálvuna í Føroyum, eru hugni, jólaprýði og jólaperur millum tað, sum eyðkennir jólmánaðin og fær fólk í jólahýr. Jólagøtur og jólamarknaður seta sín dám á og holukøkur, kakao og jólainnkeyp gera eisini sítt til, at bæði stór og smá kenna á sær, at jólini nærkast.

Runavíkar kommuna hevur seinastu nógvu árini arbeitt við og stuðlað undir at fáa jólahugnan sjónligan í økinum. Fastur táttur hevur verið at pynta økini við smærri jólatrøum og perum. Jólamenninir koya millum bygdirnar í stóra brandbilinum tá ið stóru jólatrøini verða tendrað fyrsta vikuskiftið í desember. Harumframt hava Jólaskipið, Jól á Gamlavegi á Skála og ikki minst Jólabygdin í Æðuvík verið við til at skapa lív, hugna og jólagleði hjá teimum vitjandi.

Tí øll Æðuvíkin verður umskapað í desember. Við sermerktum jólaprýði tekur jólabygdin ímóti vitjandi allan desember mánað. Bygdafólkið skipar fyri sølu og jólamarknaði  og fleiri bjóða seg fram at gera kaffi og annað gott, um bólkar ella onnur vitjandi eru áhugaði. 

Í ár er jólaskráin í Runavíkar kommunu uppaftur meira spennandi enn undanfarin ár, tí saman við jólamonnunum fer brandbilurin at vitja økini, tá jólatrøini verða tendraði. Og sjálvandi fer tónleikurin frá okkara góða hornorkestri eisini at ljóma. So um tú ikki longu ert komin í jólahýr, les so meira á facebooksíðuni ‘Jól í Runavíkar kommunu ‘og fylg við, nær ymsu jólatiltøkini verða.  Øll tiltøk síggjast eisini á heimasíðuni visitrunavík.fo

Ja - onki er sum jól !

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo