At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Vinna

Talan er um ein bygning sum er 58 metrar langur og beint undir 20 metrar breiður, og hann skal byggjast við gomlu ferjuleguna í Leirvík. Hann verður í trimum hæddum, og einar 10 metrar høgur.

Umsóknin var fyri í Vinnunevndini hjá Eysturkommunu 13. juni og býráðið samtykti 24. juni at geva loyvi.

- Mælt verður í fyrstu atløgu til at ganga umsóknini á møti, tí eitt gistingarhús fer at vaksa um fjølbroytta vinnulívið í Eysturkommunu. Ferðavinnan hevur veruliga tikið dik á seg seinnu árini, og við einum gistingarhúsi í Eysturkommunu, kann lokala vinnulívið fáa sín lut í hesari vinnuni.  Mælt verður samstundis til, at tekniska umsiting byggimálsviðgerð umsóknina, og at umsitingin annars fær høvi at samskipa hesa verkætlanina, saman við verandi virksemi á økinum, stendur í tilmælinum.

Gudny Langgaard var úti undir viðgerðini vegna ógegni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo