Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Í hoyringssvari sínum til uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til lóg um veiðigjald heldur Felagið Nótaskip, at tann ætlaða skipanin er alt ov fløkt, og at óvikomandi viðurskifti avgera, hvussu stórt veiðigjaldið verður. Felagið mælir til eina einfalda skipan, har fast veiðigjald verður sett fyri hvørt fiskaslag, og har veiðigjaldið hækkar við hækkandi prísum.

Í hoyringsskrivnum verður sagt:

Í fyrsta lagi vilja vit átala, at hoyringsfreistin í hesum stóra og torgreidda máli bert hevur verið fýra yrkadagar, og at Fiskimálaráðið eftir umbøn hevur noktað at leingja freistina. Við so stuttari freist ber ikki til at fara í dýbdina við øllum lutum í málinum, men í tann mun møguleikar hava verið fyri at viðgjørt uppskotið,  meta vit ikki, at málið er búgvið at leggja fyri løgtingið.

Vit taka ikki undir við uppskotinum, sum er tað sama, ið varð lagt fram í 2017, tó við ávísum broytinum. Vit halda ikki, at tað er neyðugt at gera eina so torskilda, ógjøgnumskygda og arbeiðskrevjandi skipan, fyri at kunna áseta eitt oyragjald í tilfeingisgjaldi fyri tey ymsu fiskasløgini.  

Serstakur veiðiroknskapur
Eftir uppskotinum skulu miðal tøl seinastu fimm árini í roknskapunum hjá reiðaríunum í teimum ymsu bólkunum brúkast sum útrokningargrundarlag. Smb. grein 8 skulu reiðaríini gera ein serstakan roknskap fyri inntøkur og útreiðslur av fiskiskapinum. Hesin skal latast inn til TAKS. Ein tílíkur roknskapur kann í fyrsta lagi gerast fyri 2020. Hann verður tøkur í 2021, og ikki fyrr enn í 2025 hevur FMR fimm ára hagtøl sum grundarlag fyri skipanini.

Vit mæla frá, at kravt verður, at reiðaríini skulu skulu gera ein roknskap afturat í sambandi við veiðigjaldið. Hetta er kostnaðarmikið og orkukrevjandi bæði fyri reiðarí, TAKS, Vørn og Fiskimálaráðið, og tað ber væl til á annan hátt at áseta eitt veiðigjald í oyrum fyri kilo.

Í uppskotinum verður lagt upp til, at roknskapargreiningarnar hjá grannskoðarafelagnum Januar fyri 2013 til 2017 skulu brúkast sum grundarlag fyri at áseta útrokningargrundarlagið. Í fyrsta lagi hava vit ongantíð fyrr hoyrt um, at ein roknskapargreining verður brúkt sum grundarlag undir eini skattalóggávu.

Í øðrum lagi eru viðkomandi roknskapargreiningarnar gjørdar til heilt annað endamál. Eitt nú eru greiningarnar ikki reinsaðar fyri inntøkur og útreiðslur, sum onki hava við skiparaksturin at gera.   

Seinasta roknskapargreiningin varð gjørd í 2017, og nú hetta tilfar skal brúkast til heilt annað endamál, er ongin vissa fyri, at hildið verður fram við at gera hesar greiningar. Hendir tað, er grundarlagið undir ætlaðu skipanini burtur tey næstu árini.

Uppboðssøla og veiðigjald knýtt saman
Skotið verður upp, at roknaða veiðigjaldið skal vektast eftir uppboðssølugjaldinum. Verða t.d. 85% av tí, sum eftir er at býta, útlutað til gomlu rættindahavararnar, og 15% seld á uppboðssølu, so vektar miðal avreiðingarprísurin 85% og uppboðssøluprísurin 15%.

Eftir okkara meting gevur tað ikki nakra meining, at knýta hesi viðurskifti saman, tí tey hava onki við hvørt annað at gera, og hetta ger skipanina sera fløkta. Verður bjóðað sum higartil á uppboðssølunum, so verða allir rættindahavarar raktir av hækkandi veiðigjøldum – eisini teir, sum ikki bjóða á uppboðssøluni.

Eisini kann verða víst á, at ásetir landsstýrismaðurin ein minstaprís á uppboðssøluni, sum er hægri enn roknaða veiðigjaldið, so førir hetta til eina hækking í veiðigjaldinum, um selt hevði verið fyri minstaprís.

Í Sjófeingislógini er ásett, at eftir ávísum reglum kunnu bjóðast út uppboðsárskvotur, sum hava við sær, at uppboðssøluparturin verður størri enn mørkini upp á 15 og 85 prosent fyri t.d. norðhavssild. Hetta ávirkar eisini veiðigjaldið. 

Eitt ítøkiligt dømi
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið er víst eitt dømi um veiðigjaldið fyri norðhavssild.

Út frá miðal tølum í roknskapargreiningunum frá 2013- 3017 hevur Fiskimálaráðið sett tølini upp fyri útrokningina av veiðigjaldinum. Miðal søluvirðið er 307 mió. kr. hesi árini, og tá frá hesum er drigið rakstrarútreiðslur, hýra, avskrivingar og eitt roknað avkast upp á 10%, eru 92 mió. kr. eftir. Hetta er útrokningargrundarlagið, og frá hesum verður tikið 60% í tilfeingisskatti. Tilfeingisskatturin verður tá 18% av søluvirðinum.

Roknað av miðal avreiðingarprísinum seinastu 4 ársfjórðingarnar upp á 3,69 kr. kg. gevur hetta eitt veiðigjald upp á 0,66 kr. pr. kg.

Síðan skal veiðigjaldið vektast fyri uppboðssølugjaldið.  Fiskimálaráðið roknar við einum uppboðssølugjaldi á 1,0 kr. kg., og verður vektaða veiðigjaldið fyri norðhavssild 0,71 kr. kg.    

Á næstu síðu eru útrokningarnar vístar, og vit hava síðani roknað víðari við teimum veruligu tølunum, og tá verður veiðigjaldið eitt heilt annað. 

Vit kenna ikki miðal uppboðssølugjaldið í 2019, fyrr enn uppboðssølurnar hava verið. Í 2018 varð miðal uppboðssølugjaldið fyri norðhavssild 2,36 kr. kg., og verður hetta talið brúkt, so fer veiðigjaldið upp á 0,92 kr. kg.

Í lógini um sjófeingið er ásett, at fer sildakvotan upp um 65.000 tons, skal tað, ið er omanfyri, seljast sum uppboðsárskvota. Av tí, at kvotan av norðhavssild er stór í 2019, hevur henda ásetingin við sær, at sløk 33.000 tons eyka verða seld á uppboðssølu. Samanlagt verða tí í 2019 seld 46% á uppboðssølu, meðan 54% verða útlutað til skipabólkar og til onnur endamál. 

Verða hesi tølini sett inn í roknistykkið fyri 2019, verður veiðigjaldið 1,44 kr. kr. ella 39%  av miðal avreiðingarprísinum.

Tað má standa einum og hvørjum greitt, at hetta ber ikki til. Tí er tað burturvið, at veiðigjaldið verður vektað eftir prísunum á uppboðssølunum.

Sum víst í talvuni niðanfyri, so hava Føroyar, sum er, nógv tað hægsta veiðigjaldið um okkara leiðir. Tí hava vit ikki brúk fyri  hækkingum í veiðigjaldinum. 

Okkara uppskot
Samanumtikið mæla vit staðiliga frá at leggja hetta lógaruppskotið fyri løgtingið.

Vinnan hevur góðtikið, at eitt gjald skal latast fyri rættin av veiða, men tað má vera rímiligt og skipanin má vera einføld. 

Vit taka undir við uppskotinum hjá Føroya Reiðarafelag, har skotið verður upp, at eitt fast veiðigjald verður sett fyri hvørt fiskaslag, og at gjaldið verður sett í mun til avreiðingarprísin, so tað hækkar við hækkandi avreiðingarprísum.

Av tí, at vit bara hava havt fýra yrkadagar til at ummæla lógaruppskotið, tilskila vit okkum rætt til seinni at gera fleiri viðmerkingar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo