Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Politikkur

Jørgen Niclasen setir fram munnligan fyrispurning til Sirið Stenberg um íbindingargjald hjá SEV.

Spurningurin verður svaraður á tingfundinum í morgin.

1. Hevur landsstýrið góðkent íbindingargjaldið, sum SEV áleggur familjum?

2. Ætlar landsstýrið at krevja broyting í íbindingargjaldinum?

Viðmerkingar:
Síðan sitandi samgonga tók við, hevur sonn skatta- og avgjaldsøði rakt føroysku familjurnar. Millum gjøldini, sum samgongan hevur lagt á, eru hækka bensin- og dieselavgjald á akfør, avgjald á smyrjiolju, vektgjaldið á akfør er hækkað, heilsutrygdargjaldið er hækka og tinglýsingaravgjaldið er tvífalda. Eisini er eykaskattur álagdur til barsilsskipan og samhaldsfasta, umframt at kringvarpsgjaldið er blivin ein skattur.

Skatturin til Samhaldsfasta er í vár enn einafer hækkað og tað er gjørt við afturvirkanid megi. Talan er um fleiri hundrað milliónir krónur hvørt ár.

Sum nýggjasta ”avgjaldið” er íbindingargjald til SEV. Td. er ein ung familja júst flutt í eina íbúð og íbindingargjaldið til SEV er kr. 16.287,50. Hesin kostnaður samsvarar als við ítøkiliga kostnaðin at binda í.

Tí kann hetta gjald av røttum kallast eitt avgjald ella ein skattur. Spurningurin er, um landsstýrið hevur góðkent henda kostnað og um landsstýrið ætlar at fáa hetta broytt, so ungar familjur kunnu seta búgv uttan at verða undirdíkt við almennum rokningum.

17. september 2018
Jørgen Niclasen
løgtingsmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo