Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Kringvarpið: Beint áðrenn jól fekk redaksjónin á Góðan morgun Føroyar eitt rættiliga áhugavert teldubræv.

Avsendarin var ein amerikansk kvinna, ið nevnst Lorraine Spencer.

Hon greiðir í brævinum frá, at hon er umboðsfólk hjá afroamerikanskum kvinnum, sum vilja finna saman við monnum av øðrum fólkaslagi - hvítum monnum - úr øðrum londum.

Hon arbeiðir við parløgum - coach - við denti á interracial marriage - tað vil siga hjúnarløg millum ymisk fólkasløg.

Hon skrivar at hon ætlar at ferðast til Íslands og Føroya í summar.

Við í ferðalagnum eru nakrar amerikanskar - svartar kvinnur - sum hava ynski um at vitja Norðanlondini og kanna, um tær eru sinnaðar at búgva har og finna sær ein íslendskan ella føroyskan mann.

Hon ætlar at skipa fyri einum tiltaki - ein kvøldi - har føroyskir menn, sum kundu verið áhugaðir, hittast.

Anna Poulsen hevur ringt til Lorraine Spencer. Hon spurdi millum annað, hví hon hevur valt at koma júst til Føroya við einum ferðalagi av afroamerikanskum støkum kvinnum?

Hoyr samrøðu her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo