Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Eitt var árið, tá danskur forsætisráðharri kom til Føroya at stovna politiskan flokk her. Hetta var í 1925, tá Thorvald Stauning eggjaði føroyingum til at stovna Javnðarflokkin.

Føroyar vóru tá danskt amt, men okkara veruliga støða tykist ikki broytt, tí nú kemur Lars Løkke 94 ár seinni at hjálpa sambandsflokkunum til fólkatingsvalið. Yvirvaldið leggur seg á hendan hátt beinleiðis út í føroyskt fólkaræði.

Mín áheitan á allar tjóðskaparveljarar skal vera: Lat tað ikki eydnast hjá honum at fáa tvær sambandsrøddir valdar.

Hetta, sum nú hendir, er besta høvið yvirhøvur hjá tjóðskaparveljarum at vísa, at vit vilja hava frælsar røddir at tala Føroya søk á fólkatingi og úti í heimi.

Dagarnir við amtslíknandi danskari atferð í Føroyum áttu langt síðan at verið taldir. Men tað eru teir ikki.

Vitjanin hjá Løkke vísir júst, at danska yvirvaldið heldur seg eiga alt í Føroyum - eisini okkara egnu evnir til at taka avgerðir um egna umboðan úti í heimi.

Mikudagin tann 5. juni kunnu tjóðskaparveljarar svara aftur við at senda eina frælsa rødd á fólkating. Vit eiga at savnast um hesa uppgávuna.

Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo