Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Vinna

Tað vóru helst mong sum undraðust, tá ið VP kunngjørdi úrslitið frá afturlatnu uppboðssøluni í dag.

Har vóru seks keyp av einum (1) tonsi í yvirlitinum sum fóru fyri nakrar hundrað krónur hvørt.

VP spurdi ein av teimum sum hevði keypt 1 tons nakrar ferðir, og viðkomandi svaraði, at tað var berur kleyvarskapur, og at tað var teirra egni feilur.

Men hetta vísur eisini at tað at fáast við fiskivinnu í dag gerst bara meira og meira fløkjasligt og ert tú ikki Excel-serfrøðingur, so er lætt at fara skeivur í hesum meldrinum av ásetingum, kunngerðum og lógum sum alt umkring nýskipanina hevur havt við sær.

Og so kanst tú koma at sita eftir við einum tonsi fyri góðar 300 krónur.

Skjótt er at fara villur í øllum hesum hurlivasanum og halda, at 1000 kg eru 1000 tons.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo