Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Útlendis ítróttur

Teir seinastu dagarnar hevur verið nógv snakk og skriving um framtíðina hjá Paul Pogba og eina flyting til Manchester United.

Fleiri keldur hava sagt at ein avtala hevur verið gjørd millum partarnar.

Men í dag skrivar agenturin hjá Pogba, Mino Raiola, hetta á Twitter:

«Tað er eingin avtala klár viðvíkjandi Pogba. Tað er bara nógv bla, bla, bla!».

Við «bla, bla, bla» sipar agenturin helst til alla skrivingina í miðlunum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo