Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, kann ikki hava sitandi á sær, at ein av stovnarunum í tinginum í gjár (hósdagin 19.04.2018) var ákærdur fyri at hava ein "hóttandi atburð", og var hóttur við at vera koyrdur út "um atburðurin ikki steðgaði".

Framtakið krevur, at tingformaðurin prógvar sítt uppáhald ella alment tekur tað aftur.

Ein slíkan atburð, sum Páll á Reynatúgvu vísti í tinginum í gjár, hvørki kann - ella vil Framtakið fara aftur við borðinum!

Framtakið 
fyri rættinum at velja kannabis

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo