At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Lesarin skrivar

Fríggjadagin umrøddu fjølmiðlarnir støðuna, tá fleiri bilar stóðu eftir í sambandi við, at Smyril kl. 13.00 skuldi fara av Havnini til Suðuroyar.

Ein atfinning í fjølmiðlunum hevur verið, at skipið kundi verið lastað øðrvísi, so pláss fekst fyri fleiri persónbilum á dekkinum. 

Reglan viðvíkjandi persónbilum er, at teir skulu møta í minsta lagi 15 minuttir áðrenn fráferð. Hetta er fráboðað á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. 

Hendan reglan er ásett, so manningin kann disponera rætt á dekkinum viðvíkjandi farmi og persónbilum.

Hetta var ikki møguligt fríggjadagin, tí fleiri av bilunum, sum komu á kaiina til nevnda túr, komu ov seint. Farmurin var tá farin umborð.

Vóru allir bilførararnir møttir til tíðina, hevði farmur, sum ikki var bráðneyðugur, bíðað til seinna túrin fríggjadagin ella til dagin eftir.

Strandferðslan harmast støðuna, ið tók seg upp, men heitir samstundis á ferðandi við persónbilum um at møta í minsta lagi 15 minuttir undan fráferð.

SSL

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo