Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, legði hin 7. mars 2019 fyri løgtingið løgtingslógaruppskot nr. 153/2018, ið snýr seg um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Í Degi og Viku hin 11. apríl 2019 boðaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðs-marknaðarmálum, frá, at landsstýrið vil ikki framhaldandi fremja mismun og tí fór at taka av rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur.

Sagt varð, rundskrivið skuldi strikast, tá løgtingslógaruppskot nr. 153/2018 at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum varð samtykt av løgtinginum.

Hin 24. apríl 2019 boðaðu landsstýrisfólkini Heðin Mortensen og Kristina Háfoss í tíðindaskrivi frá, at rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur hjá landinum skuldi strikast, soleiðis at aldursmismunur ikki kann verða gjørdur á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fríggjadagin 3. mei 2019 fór løgtingið í summarfrí. Løgtingslógaruppskotið at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum var ikki viðgjørt í løgtinginum, tá farið varð í summarfrí.

Vit, sum hin 2. apríl 2019 lótu Rættarnevnd løgtingsins áheitan við áleið 130 undir-skriftum at taka av almenna fráfaringaraldurin, eru púra samd við Heðini Mortensen og Kristinu Háfoss í, at alneyðugt er, at okkara landsmyndugleikar tryggja, at tey eldru ikki framhaldandi verða fyri mismuni á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Nú góðar tveir mánaðir seinni, er rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur ikki strikað.

Vil landsstýrið ikki fremja mismun, er einki er til hindurs fyri, at rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur verður strikað!

Vit heita tí staðiliga á Heðin Mortensen, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, um beinanvegin at strika rundskrivið um 70 ára fráfaringaraldur hjá tí almenna, soleiðis at hesin mismunur verður strikaður uttan meira drál.

Tórshavn, hin 24. juni 2019
Ingrid S. Henriksen
Bozena Rasmussen
Thordis Skaalum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo