Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

Tann 61 ára gamli bretski stand-up-komikarin Ian Cognito doyði hóskvøldið av hajtatilburði, meðan hann var á palli við sínum egna show á Atic Bar í býnum Bicester í Onglandi.

Komikarin setti seg niður á ein stól í endanum á showinum og lenaði seg afturá í einar fimm minuttir. Fleiri av áhoyrarunum hava sagt við BBC, at tey hildu, at hansara brádliga tøgn, sum hann sat á stólinum, var ein partur av showinum. Og tey hildu áfram at flenna, uttan at vita, at komikarin Ian Cognito hevði fingið ein hjartatilburð.

Tað skriva fleiri miðlar, herímillum BBC og Metro.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo