Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Tiltøk

Árligi felagsforeldrafundurin verður í morgin, mikudagin 20. januar 2016 kl. 19.00 í skúlahøllini.

Á fundinum verður kanningin, sum skúlastýrið saman við foreldraumboðum hevur framt, um netnýtslu hjá næmingunum í Eysturskúlanum løgd fram.

Elin Michelsen, samskiftis- og internetráðgevi viðmerkir og greinar úrslitið.

Niklas Heri Jákupsson hugleiðir um samskifti millum børn og foreldur. Fyrilesturin hevur heitið, “minni strongd - meira nærveru”.

Kost- og heilsubreytin í Nám X borðreiðir við góðum køkum og kaffi. Næmingar á Miðlabreytini í Nám X spæla nøkur løg.

Skrá
• Vælkomin, Magni á Lakjuni, skúlastýrisformaður
• Kanningin løgd fram, Elin Michelsen
• Tónleikainnslag, næmingar
• Minni strongd - meira nærveru, Niclas Heri Jákupsson
• Tónleikainnslag, næmingar

Tiltakið endar uml. kl 20.30

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo