Ver ikki keddur, tá konan skeldar. Kanska er tað tí, hon hevur ikki uppgivið teg heilt
- Walter Winchell
Vinna

Airbus hevur kunngjørt í morgun at felagið fer at levera sítt seinasta A380-flogfar í 2021.

Avgerðin er tikin eftir at flogfelagið Emirates hevur ógildað bílegging.

Emirates hevur keypt um helvtina av øllum A380-flogførunum sum eru framleidd og tá ið felagið ikki er sinnað at halda fram, so vantar Airbus kundar.

– Vit hava ongan munandi bíleggingarlista upp á A380 og er sostatt ikki grundarlag at halda fram í framleiðsluni, sigur Airbus, sambært NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo